Landsstýriskvinnan um jarðhitahol: Loysnir eru tøkar

Landsstýriskvinnan um jarðhitahol: Loysnir eru tøkar
Kommunufelagið hevur heitt á landsmyndugleikarnar um at skipa økið betur, tí kommunurnar hava ikki nóg góða vitan
Summar kommunur eru steðgaðar á at geva loyvi at bora jarðhitahol. (Savnsmynd)
 
19.06.2023 - 10:53

Trupulleikarnir, sum standast av dálking, tá jarðhitahol verða borað, skulu loysast, og skjótar loysnir eru tøkar.

Tað sigur Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.

 

Ingilín Didriksen Strøm er landsstýriskvinna í umhvørvismálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Kommunufelagið hevur heitt á landsmyndugleikarnar um at skipa økið betur, tí kommunurnar hava ikki nóg góða vitan.

Dálking í áum, vøtnum og spillvatnsleiðingum kann koma fyri, tá borað verður fyri jarðhitaholum.

Málið hevur skund, tí landsstýrið ætlar, at nýggj hús frá 1. januar ikki longur skulu kunna hitast við oljufýring, samstundis sum nakrar kommunur eru steðgaðar á við at loyva boringum til jarðhitahol, og aðrar umhugsa at gera tað sama.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

19062023_Ingilin_og_borihol


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114