Væntar fleiri milliónir í yvirskoti í ár

Væntar fleiri milliónir í yvirskoti í ár
Í fráboðan til keypsskálan í gjár sigur BankNordik, at nettoúrslitið í ár verður millum 235 og 265 mió. kr.
Ljósar tíðir hjá BankNordik.
 
17.06.2023 - 15:53

BankNordik væntar størri vinning í ár enn hann higartil hevur gjørt.

Í fráboðan til keypsskálan í gjár sigur bankin, at nettoúrslitið í ár verður millum 235 og 265 mió. kr.

Fyrr hevur bankin sagt millum 210 og 240 mió. kr. 

Orsøkin til hækkingina er fyrst og fremst størri vón um grundleggjandi raksturin, tí rentan er hækkað.

Ein onnur orsøk er, at neyðugt er ikki at seta so nógv av móti tapi, tí viðskiftafólk bankans eru  betur før enn væntað fyri at standa ímóti trýstinum frá inflasjónini.

BankNordik kunnger roknskapin fyri fyrra hálvár 3.august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109