Eingin noyðist at tosa danskt í rættinum

Eingin noyðist at tosa danskt í rættinum
Føroya rættur hevur gjørt avtalu við fólk, sum kann umseta í rættinum, um brúk er fyri tí
Í Føroya rætti ber altíð til at tosa føroyskt, sigur Føroya rættur.
 
17.06.2023 - 10:34

Føroya rættur hevur gjørt avtalu við fólk, sum kann umseta í rættinum, um brúk er fyri tí.

Føroya rættur hevur eisini avtalu við ákæruvaldið um, at tað boðar frá, um brúk er fyri tolki.

Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, hevur svarað spurningi frá Onnu Falkenberg, fólkatingskvinnu, sum spurdi, hvussu ofta føroyskt, danskt, enskt ella onnur mál vera brúkt í Føroya rætti.

Føroya rættur upplýsir, at eingi tøl eru um hetta.

Føroyskt ella danskt

Anna Falkenberg spurdi eisini, um føroyingar eru noyddir at tosa danskt í Føroya rætti.

Ráðharrin svarar við upplýsingum frá Føroya rætti, at eingin føroyingur er noyddur at tosa danskt í rættinum.

Tá tað er neyðugt, vera fólk fingin til at umseta.

Og tá setudómarar ella ákærar eru boðsendir úr Danmark, vera tey biðin, sum skilja føroyskt.

Lukkast tað ikki, er tolkur á rættarfundinum, sigur Føroya rættur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. februar
Bolero - Bartok, Hindemith og Rota
187832
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187830
Sunnudag 16. februar
Kallið: Vit mugu kenna ábyrgd
187771
Leygardag 15. februar
Jambalaja - 150225
187814
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
Hondbóltur: H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Fríggjadag 14. februar
Veðrið
187798
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663