Ikki stundir til friðartingingar

bannari
Ikki stundir til friðartingingar
Ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj endurtók í gjár, at Ukraina fer ikki at tingast um frið við Russland, meðan russiskar deildir eru í landinum
 
17.06.2023 - 10:27

- Hetta er ikki stundin til friðarsamráðingar. Góðtaka vit samráðingar við Russland nú, meðan hersetingarvaldið framvegis er í okkara landi, fastfrysta vit kríggið við pínu og líðing, segði Zelenskyj.

Fleiri afrikanskir leiðarar vóru í gjár í Kyiv, har tey m.a. royndu at sannføra Ukraina og Russland um at samráðast um frið. Vitjanin bar dám at nógvum russiskum rakettálopum.

Á vitjanini í St.Pætursborg viðmerkti russiski forsetin Vladimir Putin álopini í Kyiv.

- Um vit oyðiløgdu fimm luftverjuskipanir nærindis Kyiv, hvat forðar okkum so í at oyðileggja ein og hvønn bygning í miðbýnum? Einki. Nógvar orsøkir eru til, at vit ikki gera tað, segði Putin.

Í dag vitja afrikonsku leiðararnir Putin í Moskva.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017