Tólv føroyingar kappast til Special Olympics

Tólv føroyingar kappast til Special Olympics
Tólv føroysk ítróttafólk skulu kappast á heimsins størsta inklusiva ítróttartiltaki, Special Olympics World Games, sum verður í Berlin í næstum
Føroyski hópurin, sum skal kappast til Special Olympics í Berlin
Mynd: Parasport Føroyar  
 
12.06.2023 - 12:55

Tólv føroysk ítróttafólk leggja mánadagin leiðina til Týsklands, har tey skulu kappast á heimsins størsta inklusiva ítróttatiltaki, Special Olympics World Games, sum verður í Berlin í næstum.

Um 7000 ítróttarfólk úr 190 londum skulu kappast í 26 ítróttargreinum teir níggju dagarnar, sum leikirnir vara. 

Special Olympics snýr seg ikki bert um ítrótt, men er eisini ein stevna, sum gevur fólki við menningartarni innlit í mentan og livihátt hjá vertslandinum. Tí gongur leiðin fyrst til Wilhelmsdorf sunnarlaga í Týsklandi, har føroyska ferðalagið skal uppliva býin og lívið í økinum. Síðan gongur leiðin til týska høvuðsstaðin 15. juni.

Leikirnir byrja við stórari setan leygardagin 17. juni. Kappingarnar verða 18. - 24. juni og ferðalagið kemur heimaftur til Føroyar 26. juni.

Føroyski hópurin:

Svimjing
Hóri Hemmingson
Jórun Mai Smith

Frælsur Ítróttur
Meiken Olsen

Boccia
Eli Olsen
Martha Hansen

Borðtennis
Tummas Wilhelm
Unn Mortensen

Bovling
Alexander Mittún Darvishi
Durita Strøm

Fimleikur
Jenny Thomsen
Súsanna Johannesen
Eyð Patursson

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878