Inflatiónin í Danmark minkar

Inflatiónin í Danmark minkar
Tað eru serliga lægri prísir á el og brennievni, sum eru við til at draga prísirnar niður
 
12.06.2023 - 08:30

Sjeynda mánaðin á rað er stórt fall í inflatiónini í Danmark, vísa tøl frá danska hagtalsstovninum.

Í mai vóru brúkaraprísirnir í Danmark 2,9 prosent hægri enn sama mánað í fjør. 

Í apríl var tilsvarandi talið 5,3 prosent hægri.

Tað eru serliga lægri prísir á el og brennievni, sum eru við til at draga prísirnar niður, sigur Kristian Skriver, búskaparfrøðingur í áhugafelagnum, Danskt vinnulív.

Hann leggur aftrat, at brúkararnir nú fáa ágóðan av, at prísirnir á orku, rávøru og flutningi eru falnir munandi, tí tað eisini hevur minkað um framleiðslukostnaðin.

- Hetta setir eina tjúkka striku undir, at teir ringastu mánaðirnir við ógvisligum príshækkingum nú eru av, sigur danski búskaparfrøðingurin sambært tíðindastovuna, Ritzau.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109