- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ójøvn á máli um vindmylluætlanina á Sandi
Ójøvn á máli um vindmylluætlanina á Sandi
Hanna á Reynatúgvu, sum var við til at skipa fyri borgarafundinum, heldur, at tey, sum eru ímóti staðsetingini, hoyrdust serliga væl

Frá borgarafundinum á Sandi um ætlanina at seta vindmyllulund upp í Klivaløkshaga.
08.06.2023 - 14:07
- Tað hevur týdning at hava ein borgarafund, áðrenn slíkar avgerðir verða tiknar.
Tað sigur Hanna á Reynatúgvu, sum var við til at skipa fyri borgarafundinum heima á Sandi í gjárkvøldið um ætlaninar at seta vindmyllur upp í Klivaløkshaga.
Hanna á Reynatúgvu sigur, at tey, sum ikki taka undir við staðsetingini í Klivaløkshaga, hoyrdust serliga væl á fundinum.
Og fundarfólkini, sum vit hittu eftir borgarafundin, vóru ójøvn á máli um um ætlanina.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Borgarafundur_2
Vit tosaðu við Jóhonnu Hansen, Jóan Petur Klementsen, Harald Jensen, Beintu Simonsen og Svenning Poulsen.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV