
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava borað 466 metrar til Fámjins

Arbeiðið at gera berghol til Fámjins gongur framá. Higartil eru boraðir 466 av 1.200 metrum, sum bergholið verður til longdar.
- Jarðfrøðiligu viðurskiftini eru ein avbjóðing, men vit vistu av tí frammanundan, sigur Sigurd Lamhauge, stjóri í Landsverki.
16. apríl var omanlop inni í bergholinum, tá ið borað var gjøgnum eitt øki við leysum tilfari. Umleið 800 rúmmetrar av leysum tilfari duttu niður úr loftinum.
Sigurd Lamhauge, stjóri í Landsverki, á røðarapallinum, tá fyrsta skotið í bergholinum til Fámjins var latið av í november í fjør (Mynd: Landsverk)
Tí verða bogar, - t.e. stálbjálkar - nú stoyptir, sum skulu halda fjallinum uppi, og tryggja, at meira tilfar ikki dettur niður.
Borað verður bara ørðavíkarmegin inn í fjallið.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Sigurd Lamhauge hevur fyrrapartin greitt Dennisi Holm, landsstýrismanni, sum varðar av Landsverki, frá trupulleikanum.