Læknavaktin svarar framvegis á 1870

Læknavaktin svarar framvegis á 1870
Frá í morgin verður eingin læknavakt á Landssjúkrahúsinum, men har vakthavandi lækni er
Læknavaktin verður ikki longur staðsett á Landssjúkrahúsinum, men har vakthavandi lækni er. Telefonnummarið verður kortini óbroytt, 1870. (Savnsmynd)
 
31.05.2023 - 11:38

Læknavaktin fer framvegis at svara á telefon 1870, og tað ber eisini til at ringja á telefonnumrini, sum Kommunulæknafelagið hevur upplýst.

Men læknavaktin verður ikki longur staðsett á Landssjúkrahúsinum. 

Tað sigur Heilsutrygd í dag, nú Kommunulæknafelagið hevur boðað frá broytingum í læknavaktini í morgin, 1. juni.

Kommunulæknafelagið og Fíggjarmálaráðið hava samráðst um málið, men samráðingarnar bóru ikki á mál, sigur Heilsutrygd.

Heilsutrygd sigur, at læknavaktin svarar framvegis á telefon nr. 1870, og tað ber eisini til at ringja á tey telefonnummur, sum Kommunulæknafelagið hevur upplýst.

Í fyribilsskipanini verður altíð ein kommunulækni á vakt í meginøkinum. Skipan við koyrivakt heldur fram í Suðuroy og Sandoy.

 

Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd.

 

Læknavaktin verður ikki longur staðsett á Landssjúkrahúsinum, men har sum vakthavandi lækni er, sigur Heilsutrygd.

Hoyr samrøðu, sum Hallur av Rana gjørdi við Egil á Bø, stjóra í Heilsutrygd, í útvarpstíðindunum:

 

31052023_Egil_a_Bo

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097