Eldgos í Meksiko: Fólk skulu vera til reiðar at rýma

Eldgos í Meksiko: Fólk skulu vera til reiðar at rýma
Popocatépetl er eitt av vandamiklastu eldgosum í øllum heiminum
Popocatépetl fór at goysa aftur í 1994, og nú er tað vorðið stórt, at fólk eru biðin um at vera til reiðar at rýma frá húsum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.05.2023 - 09:36

Tey, sum búgva nærindis eldgosinum Popocatépetl i Meksiko, hava fingið boð um at vera til reiðar at fara frá húsum. 

Meksikanskir myndugleikar hava í nátt sett tilbúgvingina á gult, sum er síðsta stigið, áðrenn neyðugt er at flyta fólk burtur.

Tað skrivar tíðindastovan AFP. 

Sambært samskiparanum fyri bjargingartænastuna, Lauru Velazquez, ber nýggja tilbúgvingarstigið í sær, at stórur vandi er fyri spreingingum, sum taka grót við sær.

 

Sera vandamikið

Eldgosið í Meksiko verður mett at vera eitt av vandamiklastu eldgosum í heiminum, tí umleið 25 milliónir fólk búgva nærindis.

Leygardagin helt øll flogferðsla uppat, tí so nógv øska var á leiðini.  

Landið hevur latið upp fleiri verdarskýlir í økinum. 

Eldgosið Popocatépetl hevur ikki verið so stórt í eina heila øld. Tað fór at goysa aftur í 1994, og síðani er tað vorðið meira virkið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050