G7-londini seta fleiri tiltøk í verk móti Russlandi

G7-londini seta fleiri tiltøk í verk móti Russlandi
Sjey av heimsins ríkastu londum hava toppfund í Japan í hesum døgum
Ríkis- og stjórnarleiðarar í G7-londunum hava toppfund í Japan um vikuskiftið.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
19.05.2023 - 09:42

USA fer í dag at kunngera nýggj tiltøk móti russisku "krígsmaskinuni", sigur ein ónevndur amerikanskur embætismaður.

Boðini komu undir G7-toppfundinum í Hiroshima í Japan.

Embætismaðurin sigur eisini, at onnur G7-lond fara at seta nýggj tiltøk í verk og útflutnginseftirlit. 

Hann hann vil einki siga um, hvørji tiltøk verða sett í verk, men amerikonsku tiltøkini hava við sær umfatandi avmarkingar fyri møguleikan hjá Russlandi at skaffa sær útgerð, sum landið hevur tørv á á hermótinum, sigur embætismaðurin.

 

Bretar fara eftir námsvinnuni

Bretland hevur longu kunngjørt nýggj tiltøk móti Russlandi, og tey miða eftir námsvinnuni í landinum.

Nýggju tiltøkini vóru kunngjørd í nátt, og fevna um innflutning av alumininum, diamantum, kopari og nikkul. 

Málið við tiltøkunum er at avmarka møguleikan hjá Moskva at fíggja kríggið í Ukraina, skrivar norska tíðindastovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050