Nýggj bókasavnslóg næsta ár

Nýggj bókasavnslóg næsta ár
Í nýggju lógini er staðfest, at allar kommunur og allir skúlar í landinum skulu veita bókasavnstænastur
Eitt av størstu frambrotunum í nýggju lógini er, at føroyskar ljóðbøkur kunnu lænast á heimasíðunum hjá bókasøvnunum. (Savnsmynd)
 
12.05.2023 - 08:25

Føroyar hava fingið nýggja bókasavnslóg. Hom kemur í gildi 1.januar 2024.

Uppskotið hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, var samtykt í gjár.

Galdandi bókasavnslóg er frá 2001.

Í nýggju bókasavnslógini er staðfest, at allar kommunur og allir skúlar í landinum skulu veita bókasavnstænastur. 

 

Ljóðbøkur lænast á heimasíðuni

Eitt av størstu frambrotunum í nýggju lógini er, at føroyskar ljóðbøkur kunnu lænast á heimasíðunum hjá bókasøvnunum. Og tað verður longu beint eftir summarfrítíðina. 

Tær 500 ljóðbøkurnar, sum Ljóðbókatænastan hjá Landsbókasavninum hevur gjørt til blind og sjónveik, kunnu seljast rættindahavarum, sum ætla at geva tær út. 

Tá ljóðbøkurnar vera givnar út til almenningin, kunnu tær eisini lænast á bókasøvnunum.

 

Universitetsbókasavnið styrkt

Nýggja lógin hevur eisini ásetingar um eitt bókasavnsráð.

Og universitetsbókasavnið á Fróðskaparsetri Føroya verður styrkt fyri at tryggja granskarum, undirvísarum, lesandi og øðrum neyðuga atgongd til tilfar og bókasavnstænastur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Hósdag 17. apríl
Vinur mín í vínlandi
190832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770