Trump dømdur fyri kynsligan ágang og ærumeiðing

Trump dømdur fyri kynsligan ágang og ærumeiðing
Fyrrverandi amerikanski forsetin skal rinda rithøvundanum, E. Jean Caroll, 34 milliónir kr. í endurgjaldi
E. Jean Caroll fekk viðhald í kravinum um kynsligan ágang og ærumeiðing, men Donald Trump er fríkendur fyri neyðtøku.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.05.2023 - 09:41

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, var í einum rætti í New York í gjár dømdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á rithøvundan E. Jean Carroll og fyri at hava ærumeitt hana, tá hann sýtti fyri, at hetta nakrantíð var hent.

Tað skrivar Reuters.

Nevningarnir hava avgjørt, at Trump skal gjalda Carroll umleið tvær milliónir dollarar í endurgjaldi fyri ágangin. Harumframt skal hann gjalda henni knappar tríggjar milliónir dollarar fyri ærumeiðing.

Í alt skal Trump gjalda Carroll umleið 34 milliónir krónur í endurgjaldi.

 

Ikki neyðtøka

Nevningarnir vístu aftur ákærunum hjá Carroll um, at Donald Trump neyðtók hana í einum passingarrúmi í handlinum Bergdorf Goodman á Manhattan miðskeiðis í 1990.

Trump, sum ikki sjálvur var í rættinum, hevur alla tíðina hildið uppá, at hann als ikki kendi Carroll, ella hevur gjørt seg inn á hana.

Á sosiala miðli sínum, Truth Social, endurtekur hann eftir dómin, at hann onga hóming hevur av, hvør kvinnan er.

- Hesin dómurin er stór skomm og fólkajagstran, sigur fyrrverandi forsetin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050