
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russland hátíðarheldur sigurin á Týsklandi

9.mai hevur síðani seinna heimsbarda verið ein stórur dagur í Russlandi.
Hetta er dagurin, tá sovjetiski sigurin á Týsklandi undir seinna heimsbardaga verður hátíðarhildin.
Ikki líka nógv var gjørt burturúr í ár, samanborið við onnur ár, men sum vanligt helt Vladimir Putin, forseti, røðu.
Vladimir Putin, forseti, helt røðu. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Í røðu sínari fanst russiski forsetin hvassliga at vesturheiminum, og takkaði russisku hermonnunum:
- Einki er sterkari enn kærleikin til móðurlandið. Til Russland! Til okkara djørvu hermenn! Og til sigurin!
Frá hernaðarsýningini í Moskva í dag. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Minni hernaðarsýning
Hernaðarsýning var eisini í sambandi við hátíðarhaldið, men sýningin var tó minni í ár samanborið við onnur ár, og annað árið á rað vóru stríðsflogfør og tyrlurr hjá russiska flogvápninum ikki við.
At hernaðarsýningin var minni í ár, sást týðiliga, sigur tíðindakvinnan hjá NRK, Gro Holm, sum er í Moskva:
Segði tíðindakvinnan hjá NRK í Russlandi, Gro Holm við donsku sjónvarpstíðindini.