Íslendskur ráðharri: Eiga at tosa um at gevast við hvalaveiðu

Íslendskur ráðharri: Eiga at tosa um at gevast við hvalaveiðu
Komið er undan kavi, at tað tekur ov langa tíð at fáa lívið av hvali. Í fjør vóru 36 hvalir skotnir meira enn eina ferð
Svandís Svavars­dótt­ir er íslendskur ráðharri í matvørumálum.
Mynd: DV  
 
09.05.2023 - 08:33

Svandís Svavars­dótt­ir, mat­vørumálaráðharri í Íslandi, heldur, at nú er stundin komin at tosa um at gevast við hvalaveiðu.

Tað sigur hon í svari til altingsmannin, Andrés Inga Jóns­son.

Men í summar verður kortini loyvt at skjóta hval. 

Løgfrøðiliga er ikki loyvt at steðga ti, sigur ráðharrin. Men ikki er greitt, um loyvi verður givið næsta ár.

 

Skotnir fleiri ferðir

Komið er undan kavi, at tað tekur ov langa tíð at fáa lívið av hvali.

148 hvalir vóru skotnir í fjør, 36 teirra vóru skotnir oftari enn eina ferð. Fýra teirra vóru skotnir fýra ferðir.

Í einum føri elti hvalabátur ein hval, sum hevði skutil í sær, í fimm tímar uttan at fáa fatur í honum. 

Hetta vísa upptøkur, sum myndugleikarnir gjørdu um borð á hvalabátum. 

 

Noreg skotið 34 sildrekar

Noreg hevur higartil í ár skotið 34 sildrekar, vísa tøl hjá norska ráfiskarakeyparafelagnum.

Í fjør vóru tilsamans 580 sildrekar skotnir, kvotan var 917 sildrekar.

Í ár hevur norska vinnu- og fiskimálaráðið hækkað kvotuna upp í 1.000 sildrekar, skrivar NRK.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050