
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tjóðveldi í Tórshavnar býráð: Ein brennistøð er einasta rætta

Gunvør Balle, býráðslimur og hini í Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu, taka undir við Torbirni Jacobsen, formanni í Kommunufelagnum, um at einasta rætta er at byggja eina brennistøð fyri alt landið.
- Málið er ikki nýtt, og fyri nøkrum árum síðani royndi táverandi býráð at arbeiða fyri, at Tórshavnar kommuna saman við IRF, sum allar hinar kommunurnar eru felags um, skuldu vera saman um at byggja nýggja brennistøð.
Gunvør Balle, býráðslimur.
Gunvør Balle sigur, at málið hevur skund, tí serliga brennistøðin í Tórshavnar kommunu er farin at eldast.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Vit fáa viðmerking frá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn, um málið til tíðindini í kvøld klokkan 18.