- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður skal hava innlendisráðgeva
Løgmaður skal hava innlendisráðgeva
Ein av uppgávunum verður at samskipa fundir og átøk millum landsstýrið og Kommunufelagið.

Starvið sum innlendisráðgevi hjá løgmanni skal setast 1. august.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
02.05.2023 - 10:14
Løgmaður skal nú hava ein innlendisráðgeva.
Starvið er lýst leyst.
Umsóknarfreistin er til 31.mai á middegi. Starvið skal setast 1.august.
Talan er um ráðgeving um heilsu, almannamál, vinnu, útbúgving, umhvørvi og samferðslu.
Ein av uppgávunum verður at samskipa fundir og átøk millum landsstýrið og Kommunufelagið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV