Mentanarnevndin tekur undir við andstøðuuppskoti

Mentanarnevndin tekur undir við andstøðuuppskoti
Miðflokkurin vil verja børn fyri porno og øðrum ágangi á netinum
Miðflokkurin eigur uppskotið til samtyktar um at verja børn fyri porno og øðrum ágangi á internetinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.05.2023 - 08:20

Tað er ikki oftari enn so, men eitt uppskot hjá einum andstøðuflokki hevur eisini undirtøku í samgonguni.

Øll í mentanarnevndini hjá løgtinginum taka undir við uppskotinum hjá Miðflokkinum um at verja børn fyri porno og øðrum ágangi á internetinum.

Tey mæla løgtinginum til at samtykkja uppskotið til samtyktar.

Uppskotið er at fáa landsstýrið at kanna møguleikarnar fyri tekniskum loysnum, sum verja børnini fyri porno og øðrum ágangi á internetinum.

 

Gera royndir í Fraklandi

Endamálið er at gera almennan politikk um, hvussu foreldur verja síni børn.

Mentanarnevndin sigur seg skilja, at torført er at finna eina endaliga tekniska loysn, sum skal forða fyri, at børn fáa atgongd til porngrafiskt og annað ágangandi tilfar á internetinum.

Men royndir vera gjørdar í Fraklandi. Serligt pass verður ment, sum skal brúkast, tá fólk vilja sleppa inn á ávísar síður á netinum.

Mentanarnevndin heldur tað vera skilagott, at landsstýrismaðurin í barna- og undirvísingarmálum kannar, hvørjir bestu mátarnir eru at upplýsa børn og ung um vandarnar á netinum.

Onnur viðgerð og avkvøðugreiðsla eru á dagskránni fyri tingfundin í morgin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Heðin Brú 1:2
189508
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386