Tilmæli um at broyta fólkaskúlalógina kemur fyrsta dagin

Tilmæli um at broyta fólkaskúlalógina kemur fyrsta dagin
Umboð fyri Lærarafelagið og Skúlaleiðarafelagið hava verið i arbeiðsbólkinum, sum hava gjørt tilmælið.
Tilmælið frá arbeiðsbólkinum um fólkaskúlalógina er farið til prentingar, og fyrsta dagin fær landsstýrismaðurin tilmælið. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
01.05.2023 - 09:37

Um eina góða viku fær landsstýrismaðurin í skúla- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, eitt  tilmæli um, hvussu fólkaskúlalógin skal broytast. 

Ein arbeiðsbólkur hevur gjørt uppskot um broytingar í fólkaskúlalógini. 

- Tilmælið er nú til prentingar, og verður eftir ætlan handað mær um eina góða viku, segði Djóni Nolsøe Joensen á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum leygardagin.

Umboð fyri bæði Lærarafelagið og Skúlaleiðarafelagið vóru við í arbeiðsbólkinum.

 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum. 

 

Menna flokslæraraarbeiðið

- So eg vænti, at tit hava fingið sagt tykkara hugsan og borið fram tykkara sjónarmið.  Eg skal so gera alt tað, eg kann at fáa neyðugar ábøtur settar í verk, segði landsstýrismaðurin á aðalfundinunum hjá Lærarafelagnum.

Hann segði millum annað eisini, at hann hevur sett sjøtul á at menna flokslæraraarbeiðið.

Játtanin hækkar 1.august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301