Andrias lovar gott veður um viku- og mánaðarskiftið

Andrias lovar gott veður um viku- og mánaðarskiftið
Høgættin ger, at tað er klárt og gott veður, men eisini kalt. Andrias Klein Gregoriussen sigur frá veðrinum um viku- og mánaðarskiftið
Andrias Klein Gregoriussen, veðurfrøðingur, lovar gott veður
Mynd: Veðurstova Føroya  
 
29.04.2023 - 00:34

Eitt hátrýst yvir Landnyrðingspartinum av Grønlandi hevur við sær kalt høgættarrák yvir Føroyum av norði og útnyrðingi. Leygardagin kemur ein hátrýstryggur inn yvir Føroyar av útnyrðingi og hevur við sær støðugt veður eitt skifti.

Sunnudagin fer eitt lágtrýst eystureftir beint suður um Føroyar. Fyrst í komandi viku fer hátrýstið yvir Eysturgrønlandi at mennast og hava við sær meira støðugt og lýtt veður yvir Føroyum.

Kelda: Veðurstovan Føroya

 

VEDUR_20230428

 

Leygardagur 29/4

Frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, um náttina minkandi niður í lot til frískt lot áleið norðan, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og bert okkurt smærri kavaælið, hitin verður millum 1 og 5 stig, um náttina liggjandi um frostmarkið.

 

Sunnudagur 30/4

Frískt lot til frískan vind norðan ella av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, skýggjað og møguliga regn ella vátaslettingur í sunnara parti av landinum. Hitin verður millum 0 og 6 stig.

 

Mánadagur 1/5

Frískt lot upp í strúk norðan ella av útnyrðingi, 5 til 13 m/s. Smáskýggjað ella skýggjað og at byrja við okkurt kava- ella vátaslettingsælið. Hitin verður millum 1 og 6 stig.

 

Týsdagur 2/5

Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Smáskýggjað ella skýggjað og turt fyri tað mesta. Hitin verður millum 2 og 7 stig.

 

Mikudagur 3/5

Lot til frískt lot áleið eystan, 3 til 8 m/s. Smáskýggjað ella skýggjað og turt fyri tað mesta. Hitin verður millum 2 og 7 stig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109