
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sernám: Eingin loysn funnin enn

Fleiri foreldur hava seinastu tíðina lagt Sernám undir at gera mun á børnum við Down Syndromi.
Summi børn hava, sambært foreldrunum, fingið játtan til ávísan stuðul, samstundis sum foreldur teirra hava fingið boð um ikki at tosa við onnur foreldur um hetta.
Stjórin á Sernámi, Margreth Olsen, hevur víst øllum ákærum aftur, og tvíheldur um, at Sernám ger ikki mun á børnum.
Fríggjadagin boðsendi landsstýrismaðurin umboðum fyri Javna, Megd, foreldur og Sernám á fund.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.
Eftir fundin, sum gjørdist drúgvur, ásannaði Djóni N Joensen, at í løtuni fáa ikki øll børn við Down Syndromi tað máltilboðið, sum øll vilja hava.
- Sjálvandi skulu tey hava tað, segði hann, og ætlar tí at finna eina loysn, so vit kunnu veita ta hjálp, sum er neyðug.
Landsstýrismaðurin vildi einki ítøkiligt siga eftir fundin fríggjadagin, men segði tó, at nú høvdu partarnir fingið høvi til at siga sína hugsan og at bera fram sínar hugsanir um, hvussu økið frameftir kann skipast.
Í dag sigur Djóni Nolsøe Joensen, at tað vísir seg at taka longri tíð at finna eina loysn, enn hann hevði roknað við.
Men arbeitt verður við málinum, og andsstýrismaðurin lovar, at ein loysn verður funnin skjótt.