- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar smurdu Ukraina av 33-26 og hava beina kós móti EM
Føroyar eiga nakrar av bestu ungu honsbóltsspælarunum í Evropa.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Tað staðfestu Elias Ellefsen á Skipagøtu, Óli Mittún, Hákun West av Teigum, Pauli Jacobsen og allir hinir á føroyska manslandsliðnum í hondbólti í EM-undankappingardystinum móti Ukraina í kvøld.
Høllin á Hálsi í Havn stóð til at brest av 2000 spentum áskoðarunum, ið onkursvegna ánaðu at okkurt spennandi var í væntu.
Sigurin móti Rumenia herfyri var heldur ikki nakað eindømi.
Spenningur var í roynd og veru ongantíð um, hvør fór at vinna dystin, tí Føroyar vóru greitt oman á frá fyrsta til síðsta bríksl og vunnu sannførandi 33-26.
Teis Horn Rasmussen stríddist manniliga inni á strikuni móti stóru og sterku ukrainunum. Tvey mál skoraði Teis, men tað er serliga í verjupartinum, at hann er ein av ómissiligu stuðlunum á manslandsliðnum.
Hóast ukrainar ansaðu sera væl eftir Hákuni West av Teigum, skoraði stjørnuvongurin seks ferðir upp á sjey royndir.
Óli Mittún er einans 17 ár, men bygdur sum eitt tanks. Púra óræddur leyp hann ferð eftir ferð á brúðu ukrainsku verjuna, og sjey ferðir endaði tað við, at bólturin lá í ukrainska málinum.
Nógvar kenslur vóru í spæl í Høllini á Hálsi í kvøld, bæði á og uttan fyri vøllin.
Ukrainski málverjin royndi alt tað, ið hann var mentur, fyri at steðga føroysku álopsmaskinuni við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Óla Mittún og Hákuni West av Teigum, men tá avtornaði hevði hann verið 33 ferðir inn í málinum eftir bóltinum.
Tað var ongantíð iva um, hvat var betra liðið á vøllinum í Høllini á Hálsi í kvøld. Føroysku leikararnir høvdu betri bólteyga enn teir ukrainsku.
Føroyar vóru oman á frá byrjan til enda og vunnu at enda við sjey málum, sum ger møguleikarnir fyri at sleppa við til EM-endaspælið betri.
Leivur Mortensen spældi kanska sín besta landsdyst á vinstra vongi.
Í verjupartinum syrgdi hann fyri, at lítið og einki sást til ukrainska stórtalentið á høgra vongi, og í álopinum skeyt Leivur Mortensen trý mál.
Ukrainsku verjuleikararnir megnaðu ikki at fylgja við fótfimu føroysku leikarunum, og tað gjørdi, at ukrainski málverjin stóð fyri skotum.
Kanska besti hondbóltsleikari í heiminum í sínum árgangi, 17 ára gamli Óli Mittún.
Hákun West av Teigum bleiv herfyri kosin besti ungi høgri vongur í øllum heiminum, og aftur í dystinum móti Ukraina staðfesti hann hesa støðu.
Frøin var stór á føroysku leikarunum og venjaranum eftir sannførandi sigurin móti Ukraina.
20 ára gamli spælskiparin og superstjørnan á føroyska landsliðnum, Elias Ellefsen á Skipagøtu, hevði at síggja til ikki ein av sínum bestu dystum.
Einans 56 prosent av skotunum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu endaðu í ukrainska málinum, og tað tóktist eins og hann ikki spældi í sínum hægsta giri.
Hóast tað, so skoraði Elias Ellefsen á Skipagøtu 13 mál og legði upp til átta onnur.
Føroyar eiga ein altjóða hondbóltssuperstjørnu í sveipi.
Føroyar - Ukraina
33:26 (17:12)
# SPÆLARI
71 Elias Ellefsen á Skipagøtu (23 skot / 13 mál)
78 Óli Mittún (10 skot / 7 mál)
17 Hákun West Av Teigum (7 skot / 6 mál)
6 Leivur Mortensen (4 skot / 3 mál)
30 Tróndur Mikkelsen (2 skot / 2 mál)
79 Theis Horn Rasmussen (3 skot / 2 mál)
2 Helgi Hildarson Hoydal (1 skot / 0 mál)
8 Pætur Mikkjalsson
9 Rói Berg Hansen
10 Kjartan Johansen
15 Jónas Gunnarsson Djurhuus
25 Vilhelm Poulsen
45 Peter Krogh
61 Pauli Mittún
1 Pauli Jacobsen (15 bjargingar / 40 skot) (37.50%)
16 Nicholas Satchwell
Sí endaligu hagtølini frá dystinum her
Støðan í bólkinum hjá Føroyum áðrenn síðsta umfar sunnudagin:
Eysturríki 10 stig
Rumenia 4 stig
Føroyar 4 stig
Ukraina 2 stig
Føroyar eru betri enn Ukraina innanhýsis, men Rumenia er betri enn Føroyar innanhýsis.