Skerd heildarveiting á donsku fíggjarlógini

Skerd heildarveiting á donsku fíggjarlógini
Í ár fer heildarveitingin niður í 626,6 milliónir krónur. Og í 2026 er hon 551,2 milliónir
Í ár fer heildarveitingin úr Danmark niður í 626,6 milliónir krónur.
 
26.04.2023 - 11:08

Tær 25 milliónirnar, sum samgongan hevur samtykt at minka blokkin um árið í hesum valskeiðinum, eru tiknar við í semjuni um danska fíggjarlóg fyri 2023.

Í ár fer heildarveitingin niður í 626,6 milliónir krónur. Og í 2026 er hon 551,2 milliónir.

Føroyar eru ofta nevndar í donsku fíggjarlógini. Orðið Færøerne er 173 ferðir í lógini.

Heildarveitingin til Grønlands er fýra milliardir og 818,5 milliónir krónur í ár.

Men hon minkar næstu árini. Hon minkar okkurt um 26 milliónir um árið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301