- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løkke: ES ella Russland

Skulu Føroyar nærkast ES, er neyðugt at umhugsa fiskiveiðuavtaluna við Russland.
Tað sigur danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, við danska Kringvarpið, eftir at ein norðurlendsk heimildasending hevur avdúkað, at tvey russisk fiskiskip við hernaðarligari útgerð umborð fleiri enn 200 ferðir hava lagt at í Føroyum millum 2015 og 2022.
Russisk skip sleppa ikki at leggja at í evropeiskum og donskum havnu.
Orskaða av fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland, kunnu tey frítt leggja at í føroyskum havnum.
- ES fylgir við, og tað er ilt at ímynda sær, at tað ber til bæði at hava hetta serliga russiska sambandið og samstundis gera viðurskiftini til Evropa betri, sigur Las Løkke Rasmussen við DR.