- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heldur lítið um norðurlendsku dokumentarsendingina
Heldur lítið um norðurlendsku dokumentarsendingina
Er myndin av einum avoldaðum radiotóli einasta prógvið, sum vísast kann á, keypi eg tað ikki, sigur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður.
24.04.2023 - 13:39
Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, heldur lítið um dokumentarsendingina, sum norðurlendsku sjónvarpstøðirnar hava gjørt um russisk skip, sum í sendingini eru undir illgruna fyri njósning.
- Tað einasta, journalistarnir høvdu at vísa á, var ein mynd av einum avoldaðum, gomlum radiotóli. Er hatta einasta prógvið, keypi eg tað ikki, sigur Jørgen Niclasen.
- Er talan um danskt málsøki, so hava danir sagt, at vit skulu takast við í viðgerðina, so út frá tí skulu føroyingar taka avgerðina, sigur hann.
Hoyr samrøðu við Jørgen Niclasen í útvarpstíðindunum:
24042023_Jorgen_Niclasen
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV