Innlánsyvirskotið slakar tvær milliardir

Innlánsyvirskotið slakar tvær milliardir
Serliga fiskivinnan og alivinnan hava sett pengar í føroysku peningastovnarnar síðani á vári 2022
Fíggingin til privatu vinnuna var 455 mió. kr. størri í februar 2023 enn í februar í fjør. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen))
 
24.04.2023 - 09:35

Innlánsyvirskotið í føroysku peningastovnunum var 1,8 mia. kr. í februar 2023.

Tað sigur Landsbankin.

Innlánini vóru 20,9 milliardir og útlánini 19,1 milliardir.

Innlánsyvirskotið minkaði nógv í 2021, tí BankNordik seldi sína deild í Danmark.

Men síðani eru innlánini vaksin.

Serliga fiskivinnan og alivinnan hava sett pengar í føroysku peningastovnarnar síðani á vári 2022.

 

Føroysku húsarhaldini hava økt um sína lántøku í føroysku peningastovnunum 569 mió. kr. í tíðarskeiðinum februar 2022 til februar 2023. (Savnsmynd)

 

Útlánini vaksin fimm prosent

Útlánini í føroysku peningastovnunum eru vaksin fimm prosent frá sumri 2022 til februar í ár.

Útlánsvøksturin stavar frá útlánum til privatar fyritøkur og húsarhald, sigur Landsbankin. 

Samstundis er vøksturin í útlánum frá donskum realkredittstovnum til føroysku húsarhaldini minkaður, kanska tí, at húsarhaldini, tí lutfalsliga er stór rentuhækking á fastrentaðum realkredittlánum, heldur velja at læna í føroysku peningastovnunum, sigur Landsbankin.

Fíggingin til privatu vinnuna var 455 mió. kr. størri í februar 2023 enn í februar í fjør.

Føroysku húsarhaldini hava økt um sína lántøku í føroysku peningastovnunum 569 mió. kr. í tíðarskeiðinum februar 2022 til februar 2023. 

Samstundis er lántøkan hjá føroysku húsarhaldunum í donsku realkredittstovnum bara økt fimm milliónir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008