Ikki neyðugt at broyta stýrisskipanarlógina

Ikki neyðugt at broyta stýrisskipanarlógina
Tað er nóg mikið at broyta tingskipanina fyri at kvinna kann kallast løgtingskvinna, sigur Bárður Larsen, løgfrøðingur
Bárður Larsen, løgfrøðingur, hevur verið á fundi við grein 25-nevndina, sum viðger uppskot um at broyta starvsheiti.
 
24.04.2023 - 09:09

Ikki er neyðugt at broyta stýriskipanarlógina, so til dømis ein kvinna kann kallast løgtingskvinna í staðin fyri løgtingsmaður.

Nóg mikið er at broyta tingskipanina. 

Tað sigur Bárður Larsen, løgfrøðingur, sum hevur verið á fundi hjá grein 25 nevndini, sum viðger uppskotini hjá formansskapinum um at broyta stýriskipanarlógina og tingskipanina viðvíkjandi starvsheitum. 

Bárður Larsen sigur, at sambært hansara tulking sigur stýrisskipanarlógin ikki, at føroyskir ministarar og parlamentarikarar skulu kallast landsstýrismenn og løgtingsmenn.  

Hoyr samrøðu, sum Elin Winther Poulsen gjørdi við Bárð Larsen í útvarpstíðindunum:

 

24042023_Bardur_Larsen

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301