- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skúlar ymiskan telefonpolitikk
Skúlar ymiskan telefonpolitikk
Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, skal nú siga løgtinginum, um ætlanin er at skipa ein almennan telefonpolitikk í fólkaskúlanum.

23.04.2023 - 14:18
Tað er partamaður hansara, Jóhannis Joensen, ið hevur sett ein grein 52a-fyrispurning um fartelefonir í fólkaskúlanum.
Hann vísir á, at flestu skúlar hava ein telefonpolitikk, men ymiskt er frá skúla til skúla.
Millum annað gera fleiri skúlar tað, at telefonin liggur læst í einum skápi í skúlanum so leingi skúladagurin er.
Av tí at flestu skúlar hava teldur og talgild amboð í skúlanum til nýtslu í skúlaarbeiðinum, heldur hann ikki, at tørvur er á fartelefon í skúlanum.
Tí spyr hann, um almennu Føroyar ikki eiga at hava eina felagskós, tá ið tað kemur til fartelefon í skúladegnum.
Djóni Nolsøe Joensen hevur til týsdagin 2. mai at svara spurninginum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV