Ráðstevna um Russlandsavtalu

Ráðstevna um Russlandsavtalu
Javnaðarflokkurin á Fólkatingi fer nú at skipa fyri tiltaki um fiskiveiðuavtaluna millum Føroyar og Russland.
 
23.04.2023 - 14:15

Frágreiðingin “Exit Russland?” verður løgd fram á tiltakinum, og sambært Javnaðarflokkinum setir hon stór spurnartekin við, um avtalan við Russland búskaparliga er góð fyri Føroyar.

Javnaðarflokkurin á Christiansborg hevur eisini gjørt eina spurnarkanning millum føroyingar, sum vísir at 47 prosent halda, at føroyskar havnir eiga at vera stongdar fyri russiskum skipum, meðan 35 prosent halda, at tær framhaldandi skulu vera opnar. 

Tiltakið “Exit Russland?” verður í Løkshøll seinnapartin týsdagin 2. mai.

Við útvarpið í vikuni segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, at greiningararbeiðið hjá landsstýrinum av sambandinum millum Føroyar og Russland verður liðugt ein av fyrstu døgunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301