Ólavur Kjølbro føroyameistari

Ólavur Kjølbro føroyameistari
Ólavur Kjølbro úr Havnar Billardfelag er nýggjur føroyameistari í billard, nú hann í finaluni í dag vann á Páll Hera Nolsøe av Tvøroyri, ið vann meistaraheitið í fjør.
Ólavur Kjølbro vann í dag FM-heitið fyri einstaklingar í billard. Her sæst hann saman við Jógvan Jørgensen, sum hann herfyri vann FM-heitið fyri lið saman við, tá ið Havnar Billarfelag varð meistari fyri fyrstu ferð í 18 ár
Mynd: Jan Müller  
 
22.04.2023 - 18:42

Tapandi finalisturin, Páll Heri Nolsøe, setti annars føroyskt billardmet í hálvfinaluni í morgun, tá hann í miðal fekk 166 eygu í trimum umførum, sum vóru 146, 180 og 174 eygu.

Bronsudystin vann Kristian Suni Høgnesen úr Klaksvíkar Billardfelag, sum vann á Niels Nielsen úr Havnar Billardfelag.

Nýklakti føroyameistarin hevur í vetur fingið upp í posa og sekk, tí herfyri vann hann saman við Jógvani Jørgensen føroyameistaraheitið fyri lið, ið var tað fyrsta hjá Havnar Billardfelag í 18 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878