- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semja um karmsáttmálan við Ísland
Semja um karmsáttmálan við Ísland
Føroyar og Ísland hava havt árligar fiskivinnusamráðingar síðani miðskeiðis í sjeytiárunum

Vilhelm Thorsteinsson er eitt av íslendsku uppsjóvarskipunum. (Savnsmynd)
21.04.2023 - 08:33
Uttanlandsnevndin tekur undir við, at Føroyar gera karmsáttmála við Ísland um fiskiskap.
Nevndin hevur eingi broytingaruppskot í áliti sínum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið hjá landsstýrinum.
Føroyar og Ísland hava havt árligar fiskivinnusamráðingar síðani miðskeiðis í sjeytiárunum, og á sumri í 2017 samdust partarnir um at gera karmsáttmála um fiskiveiðusamstarvið.
Karmsáttmálin var undirritaður í Reykjavík á heysti í fjør.
Sambært karmsáttmálanum skulu árligu samráðingarnar um fiskiskapin helst ikki vera seinni enn 30. september.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV