Ulf Kristersson um njósnaraskip: Álvarsom støða

Ulf Kristersson um njósnaraskip: Álvarsom støða
Svenski forsætisráðharrin sigur, at støðan er hættislig, eisini um okkara leiðir
Svenski forsætisráðharri, Ulf Kristersson.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
19.04.2023 - 16:20

- Støðan er álvarsom, sigur svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, um avdúkingarnar, sum vísa, at russisk fiskiskip verða brúkt til hernaðarligt virksemi móti Norðanlondum.

Heimildarsending, sum stóru norðurlendsku sjónvarpsstøðirnar, norska NRK, svenska SVT, finska YLE og danska DR hava gjørt í felag, vil vera við, at fleiri russisk fiskiskip reka njósnaravirksemi í norskum øki. 

Eitt teirra liggur í løtuni við Skansabryggjuna.

 

Fleiri russisk skip liggja á Havnini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hættislig støða

Svenski forsætisráðharrin sigur eisini, at hetta vísir, at støðan er hættislig, eisini um okkara leiðir. 

Tað er ikki óhugsandi at Svøríki fer at svara Russlandi aftur.

- Vit fara at meta um upplýsingarnar, og síðani taka vit støðu, sigur Ulf Kristersson.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109