
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russiskt skip á Havnini undir illgruna fyri njósnaravirksemi

Júst í hesi løtu liggur eitt russiskt skip við Skansabryggjuna í Havn, sum í Noregi er undir illgruna fyri at reka njósnaravirksemi.
Og tað eru fleiri russisk fiskiskip, sum eftir øllum at døma reka njósnaravirksemi í norskum øki.
Tað er niðurstøðan í nýggjari heimildarsending, sum stóru norðurlendsku sjónvarpsstøðirnar, norska NRK, svenska SVT, finska YLE og danska DR hava gjørt í felag.
Millum annað er serlig hernaðarlig sendiútgerð funnin umborð á nøkrum av hesum skipum.
Liggur við Skansabryggjuna
Eitt av skipunum við slíkari útgerð er trolarin Lira, sum í løtuni liggur til bryggju við Skansabryggjuna í Havn. Sambært heimasíðuni marinetraffic.com kom hetta skipið á Havnina mánadagin á middegi, og tað liggur enn við Skansabryggjuna.
Tað var fyrst í novemnber, at systurskipini Ester og Lira komu til Kirkenes. Tey komu beinleiðis úr Føroyum.
Á bryggjuni í Kirkenes stóð løgreglan fyri teimum at kanna skipini, sum gjørt verður í Noregi. Løgreglan fór fyrst umborð á Lira. Alt sá vanligt út, til tey komu fram á einar læstar dyr.
Gomul sendiútgerð
Innanfyri komu tey fram á ein mann, sum sat við síðuna av nøkrum, sum sá út til at vera onkur gomul sendiútgerð. Løgreglan tók myndir, sum síðani vóru sendar trygdarløgreluni, PST.
Nakrar tímar seinni funnu tey somu útgerð umborð á systurskipinum Ester, sum altso eisini kom beinleiðis úr Føroyum.
- Útgerðin kann senda og móttaka hernaðarlig boð. Hetta er tekin um, at Russland brúkar fiskiskipini til at stuðla hernaðarligum virksemi, sigur Johan Roaldsnes, sum er leiðari fyri norsku trygdarløgregluna, PST, í Finnmørkini.
Tað er somuleiðis prógvað, at russisku skipini sigla óvanliga ofta í økjum, sum hava trygdarpolitiskan týdning fyri Noreg.
Melkart-5 stendur á sleipistøð í Havn.
Melkart-5
Eitt annað skip, sum verður nevnt í norðurlendsku heimildarsendingini, er russiski trolarin, Melkart-5.
Melkart-5 stendur í løtuni á beding hjá skipasmiðjuni MEST í Havn.
Hesin trolarin verður settur í samband við at hava framt atgerð at samskiftiskaðalinum millum Noreg og Svalbard.
Kringvarpið hevur kort frá VIKMAR, sum vísa, at júst LIRA í apríl 2021 sigldi óvanliga nógvar ferðir suður og norður beint eystan fyri Føroyar.
(Mynd: VIKMAR)