Putin í Kherson

Putin í Kherson
Tað er fyrstu ferð, at russiski forsetin vitjar í hesum partinum av Ukraina, sum russiskar deildir hava hersett
Vladimir Putin, forseti, hittir herleiðsluna í Kherson.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
18.04.2023 - 08:49

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur, sambært russiskum myndugleikum, verið á vitjan í Ukraina.

Hesa ferð á høvuðsstøðini í ukrainska landspartinum Kherson, skrivar almenna russiska tíðindastovan, Tass, og russisku myndugleikarnir í Kreml.  Forsetin hevur vitjað herdeildir í økinum.

Kreml sigur, at hetta er fyrstu ferð, at Putin vitjar í hesum partinum av Ukraina, sum russiskar herdeildir hava hersett. 

Landsparturin er ein av fýra, sum Russland hevur lagt undir seg, síðani innrásina í februar í fjør.

Fyrra vitjanin hjá Putin var í havnarbýnum Mariupol 19. mars.

Tað var beint eftir, at altjóða revsdómstólurin í Haag, ICC, gav boð um at handtaka Putin fyri krígsbrotsverk.

Russland hersetti Mariupol í mai í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342