Stríðið heldur fram í Sudan

Stríðið heldur fram í Sudan
Stríðið millum sudanesiska herin og hálvhernaðarliga felagsskapin RSF í Sudan heldur fram. Aftur í dag eru skotbardagar og spreingingar at hoyra í gøtunum í høvuðsstaðnum
Stríðið í Sudan heldur fram í dag, hóast roynt var við vápnahvíld í gjár
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
17.04.2023 - 10:57

Seinnapartin í gjár var avtala gjørd um vápnahvíld í Sudan millum stríðandi partarnar. 

Men staðfestast kann, at vápnahvíldin varð ikki hildin, skrivar The Guardian.

Avtalan um vápnahvíld varð gjørd av ST-umboðsfólkum og stríðandi pørtunum.

Hon skuldi vara í tríggjar tímar frá klokkan 4 til 7 seinnapartin í gjár. Báðir partar søgdu seg vera samdar um at leggja vápnini hesar tímarnar.

Men miðlar skriva, at fleiri skot vóru at hoyra í Kartoun, høvuðsstaðnum, og seinni er stríðið hildið fram í dag. 

 

Kvett upprunin

Tað er tann sudanesiski herurin og tann hálvhernaðarligi felagsskapurin RSF, sum stríðast.

Báðir partar vóru við í einum kvetti á heysti í 2021, men síðani eru teir vorðnir ósamdir um, hvussu Sudan skal broytast frá at vera eitt hernaðarligt stýri til eitt borgarligt stýri. 

Eitt av stíðsevnunum er, um RSF skal vera ein partur av herinum í Sudan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109