Týskland gevst við kjarnorku

Týskland gevst við kjarnorku
Týskland stongir í dag síni seinastu kjarnorkuverk.
Emsland er eitt av týsku kjarnorkuverkunum, ið nú verður latið aftur
Mynd: Sina Schuldt/dpa  
 
15.04.2023 - 18:02

Tað stendur greitt, eftir at týska stjórnin hevur havnað øllum politiskum áheitanum um at bíða við at stongja verkini.

Tað skrivar AP-tíðindastovan.

- Alt er til reiðar til at stongja kjarnorkuverkini, sigur ein talsmaður fyri týska samveldiskanslaran, Olaf Scholz.

Tað var í 2011, at táverandi samveldiskanslarin, Angela Merkel, tók avgerð um at stongja týsku kjarnorkuverkini.

Hetta skuldi ætlandi verið gjørt longu í desember í fjør, men varð útsett, tá ið orkukreppa tók seg upp í kjalarvørrinum av krígnum í Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109