Árant er bestur í badminton

Árant er bestur í badminton
Seinasta finalan á stóra FM-degnum var finalan um føroyameistaraheitið í einmansleiki í badminton, og hana vann Árant á Mýruni
Árant á Mýruni er føroyameistari í einmansleiki í badminton annað árið á rað.
Mynd: Haldor Suni Johansen  
 
15.04.2023 - 15:47

Finalan í einmansleiki hjá monnum í badminton var ein endurtøka av finaluni í fjør, tá ið Árant á Mýruni úr MBF og Jónas Djurhuus úr HBF aftur møttust í avgerandi dystinum.

Árant á Mýruni endurvann føroyameistaraheitið frá í fjør, og hann vann finaluna í dag 2-1 á Jónasi Djurhuus. 

Jónas Djurhuus fekk annars betru byrjanina og vann fyrsta sett og spældi væl heilt fram til steðgin í øðrum setti. 

Men so kúvendi Árant á Mýruni dystinum, og eftir steðgin var tað so at siga einvegis ferðsla heilt fram til steðgin í triðja setti.

Tá fór Jónas at bíta frá sær aftur, men tað gekk ikki hjá honum.

Árant vann annað settið 21-15 og triðja settið 21-14. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878