Miriam endurvann føroyameistaraheitið

Miriam endurvann føroyameistaraheitið
Annað árið á rað er Miriam í Grótinum føroyameistari í einmansleiki í badminton. Hon vann á Miu Thorkildshøj
Miriam í Grótinum endurvann føroyameistaraheitið í dysti móti Miu Thorkildshøj, sum royndi seg á fyrsta sinni í FM-finalu hjá teimum vaksnu.
Mynd: Solby A. Christiansdóttir  
 
15.04.2023 - 12:57

Finalan í einmansleiki í badminton stóð millum Miriam í Grótinum, sum hevði meistaraheitið frá í fjør at verja, móti Miu Thorkildshøj, sum ikki hevði verið í eini FM-finalu fyri vaksin fyrr. 

Talan gjørdist um ein sera javnan og spennandi dyst, sum tó endaði við, at Miriam í Grótinum vann 2-0. 

Føroyameistarin segði eftir dystin, at hon gjørdi nøkur mistøk, sum kundu verið dýr. 

Men hon megnaði kortini at halda høvdið kalt móti endanum á báðum settunum, sum var nóg mikið hjá henni at tryggja sær føroyameistaraheitið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946