- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fríði vann á liðfelagnum
Fríði vann á liðfelagnum
Í bólkinum menn undir 73 kg bardust Fríði M. Carlsson og Bárður H. Lenvig, báðir úr Havnar judofelag

Teir báðir Fríði M. Carlsson og Bárður H. Lenvig úr Havnar judofelag eftir ein harðan og javnan dyst í bólkinum undir 73 kg
Mynd: Solby A. Christiansdóttir
15.04.2023 - 13:10
Í einum sera jøvnum dysti eydnaðist tað Fríða M. Carlsson at vinna á liðfelaga sínum, Bárður H. Lenvig, og harvið er Fríði føroyameistari í judo í bólkinum menn undir 73 kg.
Teir báðir kennast væl og hava vant hvør móti øðrum í mong ár, og tað sást aftur, tí dysturin var so sera javnur.
Fríði vann sær eitt stig, og hann vann harvið dystin, tá ið tíðin var farin.
Menn undir 73 kg:
Nr. 1: Fríði M. Carlsson, Havnar judofelag
Nr. 2: Bárður H. Lenvig, Havnar judofelag
Nr. 3: Dánjal á Krákusteini, Havnar judofelag
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV