Britt er føroyameistari í borðtennis

Britt er føroyameistari í borðtennis
Ein javnur dystur millum vinkonur og liðfelagar endaði við, at Britt Michelsen vann 4-2 og bleiv føroyameistari í einmansleiki
Vinkonurnar Britt Michelsen og Anja Wongwai, sum báðar spæla fyri Horsens KFUM, í dysti um fm í einmansleiki.
Mynd: Solby A. Christiansdóttir  
 
15.04.2023 - 12:36

Einmansleikurin hjá kvinnum í borðtennis gjørdist ein javnur og spennandi dystur millum tær báðar Britt Michelsen og Anju Wongwai, sum báðar eru uppvaksnar á Tvøroyri og spæla fyri Horsens KFUM í dag. 

Tær skiftust um at vinna settini, soleiðis at støðan var bæði 1-1 og 2-, áðrenn Britt vann seg framum 3-2 og kundi vinna dystin við sigri í sætta setti.

Fyri fyrstu ferð spæla kvinnurnar eisini best av sjey, og tað gjørdist eisini ein spennandi dystur. 

Eina løtu stóð á jøvnum í sætta setti, men so vann Britt sær góðan fyrimun, og Anja kom undir trýst.

Hon tyktiskt at trívast í trýstinum og fór at spæla fríari eina løtu, men tað endaði við, at Britt vann 4-2 í settum. 

- Hetta er mín triðja finala í dag, og eg havi tapt hinar báðar, so eg eri sera glað, sigur Britt Michelsen, føroyameistari í einmansleiki í borðtennis hjá kvinnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946