Vísindasiðseminevnd er sett

Vísindasiðseminevnd er sett
Margit Stórá, landsstýriskvinna í Heilsumálum, hevur tilnevnt nýggja Vísindasiðseminevnd.
 
13.04.2023 - 12:26

Heilsumálaráðið boðar frá, at nýggja Vísindasiðseminevndin nú er mannað. Margit Stórá, landsstýriskvinna í Heilsumálum, hevur tilnevnt nýggja Vísindasiðseminevnd.

Tey sjey fólkini í nevndini eru:

Jóhanna Petersen og Jan Rasmussen, sum bæði eru yvirlæknar, og Gunnhild Helmsdal, kommunulækni. Hesi trý eru vald eftir tilmæli frá Læknafelagnum.

Hini fýra eru Sólja í Ólavsstovu, løgfrøðingur, Hilmar Augustinussen, KT-serfrøðingur, Poula Reinert Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur, og Kári Purkhús, lívfrøðingur. Hesi fýra hevur landsstýriskvinnan valt. 

Nevndin er vald fyri fýra ár.

Nakrir nevndarliminum sita eitt valskeið afturat, og aðrir eru nývaldir. 

Endamálið hjá Vísindasiðseminevndini er at tryggja, at heilsuvísindaligar granskingarverkætlanir eru skipaðar á vísindasiðsemiligum tryggum grundarlagi. Sum grundregla, skulu rættindi og tryggleiki hjá royndarpersónum takast framum vísindalig og samfelagslig áhugamál í heilsugransking.

Uppgávan hjá Vísindasiðseminevndini er at meta um og geva loyvi til at seta granskingarverkætlanir í verk í Føroyum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946