Fleiri tinglýsingarskjøl um fastognir

Fleiri tinglýsingarskjøl um fastognir
Sløk 14.000 rættindaskjøl vóru tinglisin í fjør, og flest teirra vóru fastognarskjøl. Í alt vóru 7 % fleiri fastognarskjøl tinglisin í fjør enn í 2021.
 
14.04.2023 - 09:44

Í fjør vóru sløk 14.000 rættindaskjøl tinglýst. Hetta er 1 % færri enn í 2021. Tað skrivar Hagstovan

Fastognarskjølini, sum eru nógv tey flestu, sóu ein vøkstur upp á 7 %.

Tinglýstu akførini vóru 26 % færri í fjør enn í 2021.

Fyri fíggjarkreppuna vóru tinglýsingarnar støðugt fleiri til tær gjørdust 22.000 í 2008. Men fýra ár seinni, í 2012, vóru tær bara 9.500.

Tinglýsing er almenna skrásetingin hjá avvarðandi landsmyndugleika um rættindi yvir fastari ogn, so sum bústøðum, grundstykkjum og jørð, servituttum, akførum og ymiskum leysafæ.

Tinglýstu skjølini kunnu vera skeyti, ognarheimildarskjøl, lániskjøl, hjúnarsáttmálar, skjøl um avmarkingar í rættindum, servituttir, skjøl um leysafæ og onnur.

Tinglýsingin var yvirtikin í 2006, og tað er Umhvørvisstovan, sum hevur tingslýsingina.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946