- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lønarlyft til lærarar
Kommunurnar hava longu gjørt tað.
Og nú eru fakfeløg eisini fara at gera tað, seta spurnartekin við lønarlyftið hjá landsstýrinum.
Landsstýrið ætlar, at námsfrøðingar, námsfrøðihjálparar, hjálparfólk, heilsurøktarar og heilsu-hjálparar við ella uttan útbúgving fáa lønarlyft 1.januar næsta ár.
Skeiklar lønarmunin
Bergur Samuelsen, nevndarlimur í Lærarafelagnum, skrivar í Skúlablaðnum um lønarlyftið.
Hann spyr millum annað, um lærarar og sjúkrarøktarfrøðingar til dømis ikki eisini arbeiða á umsorganarøkinum.
Hann sigur, at lønarlyftið sera skjótt kann skeikla lønarmunin millum fakbólkar.
Og tað er sera óheppið, sigur Bergur Samuelsen í grein sínari í Skúlablaðnum.
Fara eftir so nógvum sum gjørligt
17 fakfeløg standa fyri tørni at fara til samráðingarborðið, millum annað Lærarafelagið.
Hóast landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur sagt, at lønarkarmurin í tvey ár er 7,9 prosent, so vísir Bergur Samuelsen á, at fríur samráðingarrættur er í Føroyum.
Hann sigur, at Lærarafelagið fer eftir so nógvum sum gjørligt.
Reallønin minkar
Lat ongan iva vera um tað, sigur hann, nú reallønin minkar støðugt.
- Vit skulu øll hava eitt lyft, sum munar, so ella so, sigur Bergur Samuelsen, nevndarlimur í Lærarafelagnum, í Skúlablaðnum.
1. januar næsta ár, so ætlar landsstýrið, at námsfrøðingar, námsfrøðihjálparar, hjálparfólk, heilsurøktarar og heilsu-hjálparar við ella uttan útbúgving fáa lønarlyft.