Staðfest á hægsta staði, at Nets tekur ov stórt ómaksgjald fyri Dankort

Staðfest á hægsta staði, at Nets tekur ov stórt ómaksgjald fyri Dankort
Hægstirættur hevur staðfest, at Nets tekur ov nógv frá teimum, sum brúka Dankortið á netinum
Nets tapti eisini í Hægstarætti.
 
09.04.2023 - 15:39

Hægstirættur hevur staðfest, at Nets tekur ov nógv frá teimum, sum brúka Dankortið á netinum.

Donsku kappingarmyndugleikarnir og Landsrætturin søgdu tað sama.

Handlar, sum selja á netinum, skulu rinda Nets, sum eigur Dankortið, eitt ómaksgjald hvørja ferð, tey, sum keypa, brúka Dankort.

Málið er gamalt, tí longu í 2012 og 2013 gav danska kappingarráðið Nets boð um broyta ómaksgjaldið.  

Nets so gjørdi, men kappingarráðið var tó ikki nøgt. 

Tað kravdi nú, at ómaksgjaldið mátti í miðal ikki fara upp um 1,20 kr. fyri hvørja flyting.

Eingin kapping er at stýra ómaksgjaldinum, so tí má tað ikki vera ov stórt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109