Helgi aftur føroyameistari

Helgi aftur føroyameistari
Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag er aftur føroyameistari í talvi fyri einstaklingar
Helgi Dam Ziska, føroyameistari.
 
07.04.2023 - 16:41

Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag er aftur føroyameistari í talvi fyri einstaklingar.

Tað gjørdist greitt fyri løtu síðani, tá ið Helgi vann á Eyðuni Nolsøe úr Klaksvíkar Talvfelag í sjeynda og seinasta umfari í FM-kappingini. Helgi vann hetta seinasta talvið í stórum stíli.

Og Helgi hevur vunnið FM-heitið 2023 í stórum stíli. Hann fekk 7½ stig av átta møguligum. Hetta er samstundis sætta FM-heitið hjá føroyska stórmeistaranum.

Enn er bara liðugt á nøkrum borðum á Finsen, har kappingin gongur, men tað er longu greitt, sama hvussu úrslitini fella, at brøðurnir Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft úr Sandavágs Talvfelag, verða ávikavist nummar tvey og trý í landsliðsbólkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946