Meira skattur í ár

Meira skattur í ár
27 kommunur, landskassin og kirkjurnar fingu meira skatt í fyrsta ársfjórðingi í ár enn í fyrsta ársfjórðingi í fjør
Tølini hjá TAKS vísa, at fyrsti ársfjórðingur í ár var betri enn tann í fjør.
 
07.04.2023 - 14:17

Bara tvær kommunur fingu minni skatt í fyrsta ársfjórðingi í ár enn í fjør.

Hinar fingu meira.

Nes kommuna fekk mest í prosentum, næstan 19 prosent meira í ár enn í fjør.

Síðani kemur Kunoyar kommuna við 18,10 prosentum.

Tríggjar aðrar kommunur fingu yvir 10 prosent meira í skatti í ár enn í  fjør.

Hvalbiar kommuna fekk næstan 13 prosent meira, Sjóvar kommuna 11,78 prosent og Skopun fekk 10 prosent meira.

Ringt í smáum kommunum

Ringast var statt í Skúgvoy, sum fekk 14,22 prosent minni, og í Fugloy, sum fekk 9,10 prosent minni.

Tær 29 kommunurnar fingu slakar 564,7 milliónir fleiri skattakrónur í fyrsta ársfjórðingi, 34,7 milliónir meira enn í fjør, tað eru 6,55 prosent.

Eisini landskassin og kirkjurnar fingu meira í ár.

Landsskatturin var 506,5 mió. kr. í fyrsta ársfjórðingi, góðar 44,3 milliónir meira enn í fjør.

Eftirlønarskatturin var 128,3 mió. kr., slakar níggju milliónir meira enn í fjør.

Og kirkjuskatturin var 18 milliónir. Kirkjurnar fingu 800.000 kr. meira enn í ár enn í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008