Kommunurnar vilja ikki vita av lønarlyfti

Kommunurnar vilja ikki vita av lønarlyfti
Kommunala arbeiðsgevarafelagið heldur einki um lønarlyftið hjá landsstýrinum
Per Martin Gregersen, formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum.
 
07.04.2023 - 12:19

Kommunala arbeiðsgevarafelagið heldur einki um lønarlyftið hjá landsstýrinum.

Lønin eigur at hækka við samráðingarborðið, halda kommunurnar.

Formaðurin í felagnum, Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, er samdur við formannin í Kommunufelagnum, Torbjørn Jacobsen, sum í gjár segði við Útvarpið, at kommunurnar vilja ikki vita av lønarlyfti.

Per Martin Gregersen sigur, at lønarlyftið fer at kosta kommununum okkurt um 30 mió. kr.

Men teir pengarnar skulu kommunurnar fáa aftur frá landinum, sigur landsstýrið.

Og tað eru ikki pengarnir, men prinsippið, sum kommununum  ikki dámar.

Skal lønin hækka, skal tað gerast við sáttmálasamráðingum, sigur Per Martin Gregersen.

Landsstýrið ætlar, at námsfrøðingar, námsfrøðihjálparar, hjálparfólk, heilsurøktarar og heilsuhjálparar við og uttan útbúgving fáa lønarlyft 1.januar næsta ár.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109