MEGD: Rættindi hjá børnum og ungum verða ikki vird

MEGD: Rættindi hjá børnum og ungum verða ikki vird
Øll 24 limafeløgini í MEGD hava skrivað undir yvvirlýsing, sum er sent myndugleikunum
Tóra við Keldu er forkvinna í MEGD
 
05.04.2023 - 08:58

Rættindini hjá fleiri børnum og ungum, ið bera brek í Føroyum, verða ikki vird.

Tað sigur MEGD í yvirlýsing, sum var send út í gjárkvøldið.

Brekrættindasáttmálin staðfestir, at umstøður og karmar eiga at verða tillagað, so at øll børn og ung, ið bera brek, fáa somu virðing, sum onnur børn.

Men hetta er ikki so, sigur MEGD í yvirlýsingini. Harumframt er vantandi samstarv millum myndugleikar og viðkomandi partar, so at tænastur eru misjavnar  alt eftir, hvar í landinum ein býr.

MEGD heitir á viðkomandi myndugleikar skjótast gjørligt at fáa burtur allan mismun vegna brek, styrkja lógarverkið og sameina tænastur.

Yvirlýsingin er undirskrivað av teimum 24 limafeløgunum í MEGD.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990