Váðaráðið letur væl at

Váðaráðið letur væl at
Føroya Váðaráð sær eingi tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum, men heldur støðuna í føroyska búskapinum enn vera góða.
 
02.04.2023 - 17:57

Hetta, tí búskaparligu lyklatølinini, so sum útflutningur, arbeiðsvirkni, arbeiðsloysi og lønargjaldingar, eru framvegis jalig.

Vøkstur hevur verið í útlánum frá føroysku bankunum síðani miðskeiðis í 2022 og var hann 4,6% í januar í ár.

Útlánsvøksturin stavar í løtuni frá útlánum til privatar fyritøkur og húsarhald.

Fólk taka av uppsparingini
Samstundis eru innlánini í føroysku bankunum økt frá vinnuni, men húsarhaldini hava ikki økt stórvegis um síni innlán.

Hetta kann komast av prís- og rentuhækkingunum, ið kunnu gera tað neyðugt hjá summum húsarhaldum at taka burtur av uppsparingini ella at seta minni pengar á konto.

Føroya Váðaráð heldur tí ikki, at greið tekin eru um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum.

Framvegis heldur ráðið eyga við viðurskiftum, ið kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109