Kanna nýggjar sethúsaánarar

Kanna nýggjar sethúsaánarar
Seinnu árini eru færri nýggir sethúsaánarar komnir í Føroyum – møguliga, tí høgu sethúsaprísirnir forða teimum at sleppa inn á bústaðarmarknaðin
 
02.04.2023 - 10:48

Váðaráðið fer nú at kanna bólkin av húsarhaldum, sum ogna sær bústað á fyrsta sinni.

Hesi eru vanliga tey, ið eru mest viðkvom mótvegis rentu- og príshækkingum, tí tey sum oftast hava stóra skuld.

Føroya Váðaráð er enn í byrjanini av hesum greiningararbeiði, men danska váðaráðið hevur roynt at skilmarkað og greinað bólkin av nýggjum sethúsaánarum í Føroyum.

Greiningin vísir, at seinnu árini eru færri nýggir sethúsaánarar komnir í Føroyum – møguliga, tí høgu sethúsaprísirnir forða teimum at sleppa inn á bústaðarmarknaðin.

Eisini vísir greiningin, at restskuldin hjá nýggjum sethúsaánarum er jøvn og at skuldin er lægri enn virðið á húsunum, sigur Váðaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109